Tá Føroya Banki fylti 100 í 2006 gav hann tilsøgn um, at Frelsunarherurin í Havn skuldi fáa 1,5 millión at útbyggja herbergið til heimleys fyri. Kekkurin varð handaður í dag. Ætlanin var upprunaliga, at pengarnir skuldu nýtast at útbyggja gamla herbergið hjá Frelsunarherinum í Tórsgøtu, men tá gamli Kaggin varð settur til sølu, broyttust ætlanirnar, og tað, ið var ætlað sum ein útbygging, endaði við bæði húsakeypi og stórari umbygging.
Frelsunarherurin hevur keypt og umbygt gamla Kaggan fyri 10 milliónir krónur. Meginpartin av hesi upphædd hevur Frelsunarherurin í Noregi latið, men beinleiðis orsøkin til norska átakið var gávan frá Føroya Banka.
- Vit høvdu ikki keypt og umbygt húsini, um ikki Føroya Banki gav tilsøgn um gávuna. Hon setti ferð á ætlanina og gjørdi, at Frelsunarherurin í Noregi vildi vera við, sigur 31 ára gamli Finnbjørn Olsen, ið júst er settur sum leiðari á herberginum hjá Frelsunarherinum.
Nýggja herbergið læt upp 8. desember í ár, og avtalan við Føroya Banka var, at tá arbeiðið var liðugt, skuldi gávan handast. Tað varð hon so í morgun, tá Finnbjørn Olsen tók ímóti kekkinum á 1,5 millión krónur frá báðum stjórunum í Føroya Banka.
Janus Petersen og Súni Schwartz Jacobsen takkaðu Frelsunarherinum fyri stóra arbeiðið, ið gjørt verður fyri tey heimleysu, og at talan er um virðismikið arbeiði, sæst á árligu vitjanunum á herberginum.
- Tilsamans hava vit 2.300 vitjanir og 1.000 gistingar um árið, so stórur tørvur er á herberginum. Tað merkist, at tíðirnar eru heldur verri nú, tí onkur nýggj andlit eru at síggja, sigur Finnbjørn Olsen.
13 kømur eru á nýggja herberginum, og í løtuni búgva sjey heimleysir mans fast har.