Frelsunarherurin fekk stórfingna gávu

Tað tvørkirkjuliga sam­starv­ið, millum samkomur og kirkj­ur í Tórshavn, ski­p­ar 3. páskadag hvørt ár, fyri tvør­kirkj­uligari guds­tæn­astu.

 

Undirtøkan fyri hesari guds­tænastuni er alsamt vaks­andi og tað tykjist sum um, at fólk sum heild eru glað fyri at møtast tvørtur um sam­komur/kirkjur.


Í ár var árliga guds­tæn­ast­an í sali Frelsunarhersins í Tórs­havn og sum nakað nýtt, var møguleiki at geva eina peningagávu á gud­s­tæn­ast­uni.

 

Ætlanin við hesum er, at pen­ingurin skal fara ó­skerd­ur til ymisk góð­ger­andi endamál. Í ár bleiv tað so valt at peningurin, skuldi fara til arbeiðið hjá Her­berginum hjá Frelsun­ar­her­i­num.

 

Hósdagin í síðstu viku, vórðu umboð fyri tvør­kirkj­u­liga sam­skipanarbólkin, til staðar á Herberginum við pen­ingagávuni. Gávan var ein kekkur áljóðandi 17.500 kr, sum var upphæddin sum kom inn á sjálvum møti­num.

 

Tað var ein hugnalig løta á Her­berginum har dagligi leið­arin, Martin Kúrberg, tók í­móti og vísti umboðunum runt í húsinum. Áhugavert var at síggja at virksemi var í húsinum allan dagin og allar dagar í árinum og tað setur jú fíggjarlig krøv. Her­bergið, sum er ein partur av sosiala arbeiðinum hjá Frels­un­ar­her­i­num í Noregi, Føroyum og Ís­landi, fær m. a stuðul frá landi og komm­unu men eis­ini fær Her­bergið nógvar gáv­ur frá fyr­i­tøk­um og priv­at­fólki og tað eru tey ógvuliga takk­som fyri.

 

Martin Kúrberg takkaði fyri gáv­una og samstundis vísti á týdningin við at fólk geva gávur og vísa væl­vild her í Føroyum og at Her­bergið ikki kundi verið hes­um fyriuttan.