Frelsunarherurin er Ólavsøka

Eingin Ólavsøka uttan uttanduramøti. Og hvat er eitt uttanduramøti uttan Frelsunarherin Sum vant hevði Frelsunarherurin uttanduramøti á Ólavsøku, framman fyri H. N. Jacobsens Bókhandil.

Og sum vant var nógv fólk og lurtaði eftir teimum.

Ólavsøkan verður meiri og meiri ein hugna- og drykkjustevna, og tí er tað eisini alt meiri átrokandi, at Frelsunarherurin ger sítt arbeiði sjónligt. Og tað er helst einki at ivast í, at fólk vóna, vænta og rokna við, at Frelsunarherurin heldur síni útimøti á Vaglinum trúliga Ólavsøku eftir Ólavsøku.

Í gjárkvøldið var einki undantak í so máta. Frelsunarherurin møtti trúliga upp - og tað gjørdi áhoyrarafjøldin eisini