Frelsunarherinum í Vági 60 ár

Í vikuskiftinum verður hátíðarhildið at 60 ár eru liðin síðan samkoman hjá Frelsunarherinum í Vági varð stovnað. Í hesum sambandi vitja Clive og Marianne Adams, næstovastar fyri Frelsunarherin í Norra, Íslandi og Føroyum

Hjúnini Marianne og Clive Adams, sum eru næstovastar hjá Frelsunarherinum fyri økið Norra, Ísland og Føroyar, vitja í Føroyum í sambandi við at 60 ár eru liðin, síðan samkoman hjá Frelsunarherinum í Vági varð stovnað. Hetta verður hátíðarhildið í Vági í vikuskiftinum.


Clive Adams er suðurafrikanari og er útbúgvin sum offiserur frá Frelsunarherinum í Suðurafrika í 1983. Hann hevur arbeitt í Mosambique og Suðurafrika, áðrenn hann giftist í 1990 við Marianne, sum er norsk.


Marianne Adams varð liðug við sína útbúgving sum offiserur í 1985. Hon hevur arbeitt innan Frelsunarherin í Føroyum, Onglandi, Suðurafrika og Norra.


Marianne og Clive Adams hava fyrr havt størv innan undirvísing, arbeitt sum rektarar á offiserskúla og sum samkomu - og økisleiðarar. Tey búgva í Norra og eiga tvey børn.