Frelstur frá gudum og djevlum

- Átrúnaðurin er allastaðni, men sjónarmiðini hjá okkum fríteinkjarum skulu eisini fram í ljósið. Tað heldur tann 74 ára gamli Guttormur Djurhuus, sum hevur týtt fýra bøkur til føroyskt, sum allar fyrihalda seg kritiskt til átrúnað, og sum allar eru komnar út í ár.

- Upprunaliga byrjaði eg sjálvur at skriva eina bók um mína lívsáskoðan. Men hví skriva eina bók, tá onnur longu hava skrivað nógv betri bøkur um sama evnið? So setti eg meg í staðin at týða.

Maðurin hinumegin borðið situr og dukar við fingrunum niður í borðið. Hann hyggur fyri tað mesta niður. Og hann tykist ikki serliga glaður fyri at skula stilla upp til eina samrøðu.

Seinastu tvey árini hevur tann 74 ára gamli Guttormur Djurhuus arbeitt sjey dagar um vikuna við at týða fýra bøkur til føroyskt, sum allar eru komnar út í ár (sí faktakassa). Og felags fyri allar fýra bøkurnar er, at tær snúgva seg um religiónskritikk.

Bøkurnar eru í stóran mun týddar í friði og náðum á einum kamari á Hotel Tórshavn í Keypmannahavn, meðan Guttormur hevur verið í viðgerð fyri krabbamein. Seinastu boðini frá læknunum í summar vóru, at maðurin er frískur. 



Religiónskritikkurin manglar

Men hví hevur hann týtt júst hesar bøkurnar til føroyskt?

- Tað finst so lítið filosofiskt tilfar á føroyskum. Og tað finnast alt ov fáar føroyskar bøkur, sum eru atfinnandi yvir fyri átrúnaði. Átrúnaðurin er allastaðni, men røddin hjá okkum fríteinkjarum skal eisini fram í ljósmála, heldur Guttormur Djurhuus.

Við fríteinkjarum sipar Guttormur til tey, sum ikki trúgva á nakran gud. Og í fororðunum til einu bókina skrivar Guttormur, sum er útbúgvin evnafrøðingur, og sum hevur bústað í Kaldbak, at hann at kalla altíð hevur verið “frelstur undan átrúnaðarligum oki”. Og tað er hann glaður fyri.

Men er røddin hjá gudsavnoktarum so ósjónlig í hesum landinum? Hevur almenna kjakið um kristindómin ikki eins nógvar kritiskar sum stuðlandi røddir?

- Tann kvalifiseraði kritikkurin av átrúnaði er ógvuliga rárur. Og tað er sera langt ímillum, at nakar beinleiðis grundgevur fyri gudloysi í almenna kjakinum. Samstundis er hin vongurin dagliga sjónligur í almenna rúminum, sigur Guttormur Djurhuus. 



Ímóti gudleysari rørslu

Føroyski gudsavnoktarin metir, at átrúnaðurin fyllir ríkiliga nógv í almenna rúminum í Føroyum, serliga í skúlaverkinum og í fjølmiðlunum. Og hann er hart ímóti eini almennari statskirkju. At staturin velur sær ein ávísan átrúnað og ein ávísan átrúnaðarligan stovn fram um aðrar er sambært Guttormi í stríð við ásetingarnar um trúarfrælsi.

- Og tað verður heilt galið, tá kristindómurin kemur inn í tingið. Alt lógarsmíð eigur at byggja á nøkur objektiv kriteriir, sum skulu tryggja øllum borgarum – eisini minnilutum – tey somu rættindini, heldur Guttormur.

- Men átrúnaðurin finst allastaðni, og tí hava vit eisini brúk fyri sjónarmiðum, sum ganga øvugtan veg. Sum grundgeva fyri eini heimsmynd uttan ein gud. Og tí er týdningarmikið, at kritiskar bøkur um átrúnað eisini finnast á føroyskum. Eitt fjølbroytt útboð av ymsum hugmyndum er sjálv fortreytin fyri, at fólk kunnu hugsa frítt og sjálvi taka støðu til lívsins stóru spurningar, heldur Guttormur.

Hann er sannførdur um, at nógvir trúgvandi føroyingar ongantíð hava hoyrt kvalifiseraðan religiónskritikk, sum hvílir á einum filosofiskum grundarlagi.

- Tey flestu hava sjálvandi hoyrt um ateismu. Men tey hava ongantíð hoyrt nakran systematiskan kritikk av átrúnaði. Og at fáa til vega kritiskar bøkur um eitt so týdningarmikið evni hevur avgjørt verið ein drívmegi við mínum arbeiði at týða hesar bøkurnar, sigur Guttormur Djurhuus.

Í fjør var felagið Gudloysi stovnað. Ein felagsskapur, hvørs endamál er at markera, at gudloysi finst í Føroyum, og ein roynd at upplýsa, hvat tann ateistiska lívsáskoðanin snýr seg um – og ikki minst hvat hon ikki snýr seg um. Er nýggi felagsskapurin ikki eitt tekin um, at gudloysingar eisini hava sína rødd í Føroyum? Guttormur yppir øksl og sær ikki serliga hugtikin út.

- Jú, tað kann gott vera, men tað vísir seg mangan, at so skjótt sum fólk taka seg saman í bólkar, felagsskapir og rørslur, so halda tey uppat við at hugsa sjálvstøðugt. Tí vil eg als ikki bjóða slíkum felagsskapum vælkomnum. Tað blívur mangan líka sekteriskt sum tær kristnu rørslurnar. Eg havi altíð agerað sum einstaklingur, og tað fari eg at halda fram við, sigur Guttormur Djurhuus. 



Lívið uttan gud

Guttormur heldur, at fyribrigdið “átrúnaður” skal fatast í einum evolutionerum, darwinistiskum samanhangi. Átrúnaðurin hevur søguliga havt eitt “yvirlivilsispotentialið”, sum Guttormur málber seg, tí hann hevur nøktað nakrar grundleggjandi tørvir hjá menniskjanum. Munurin á einum gudsavnoktara og einum trúgvandi er sambært Guttormi, at tann fyrri góðtekur eitt lív uttan svar, og tað ger tann seinni ikki. Tí finst átrúnaðurin framvegis. Og tí skal hann handfarast við virðing.

- Eg hoyri als ikki til tey, sum halda, at átrúnaðurin er rótin til alt ónt. Átrúnaður kann saktans vera meinaleysur. Men tá tað er sagt, so hevur átrúnaðurin havt ómetaliga góð evni til at kontrollera og enntá kúga menniskju, heldur Guttormur.

Ein sterk ákæra, sum krevur útgreining. Nær verður átrúnaðurin kúgandi?

- Fyri tað fyrsta skapar religiónin ótta hjá tí einstaka menniskjanum. Ótta fyri syndini og dóminum, sum er so sentralt í kristindóminum. Eg skilji væl, at kristin menniskju eru bebbarædd fyri deyðanum. Tað hevði eg eisini verið, um eg var kristin, heldur Guttormur.

Men ert tú ikki sjálvur bangin fyri deyðanum?

Nei, als ikki. Hví skuldi eg tað?, spyr Guttormur, áðrenn hann heldur fram.

- Fyri tað næsta blívur religiónin ein trupulleiki fyri medmenniskjuni og umstøðurnar, tá hon verður intolerant. Tá hon roynir at kontrollera sínar umstøður. Tá hon trokar seg fram uttan at vera boðin. Tá hon gerst ein dagligur partur av lívinum hjá teimum, sum ongantíð hava bjóðað henni vælkomnari, sigur Guttormur.

Hann er líkasælur yvir fyri átrúnaði, sum virðir øðrvísi hugsandi menniskju. Sum virðir tann frælsa viljan og er opin yvir fyri øllum kritikki. Men trupulleikin er, at átrúnaður so mangan fær eitt intolerant andlit, og at verðin verður svørt og hvít.

- Tá er so nógv betri at liva uttan hugmyndina um ein gud. Og eg eri eitt livandi dømi um, at lívið kann vera deiligt uttan tey svarini, sum kristin halda seg hava fingið við teirra trúgv. Lívið er í roynd og veru deiligt uttan gud, sigur Guttormur og siterar franska heimspekingin René Descartes, sum segði, at um valið stóð ímillum eina hond, sum hevði svarini, og eina hond, sum hevði spurningarnar, so hevði hann til eina og hvørja tíð valt spurningarnar.

- Eg eri tíbetur føddur forvitin, og sum forvitið menniskja í einum gátuførum heimi er lívið ótrúliga spennandi, heldur Guttormur fyri. 



Sterkari kjakmentan

Guttormur Djurhuus vónar, at tær fýra bøkurnar, sum nú fyriliggja á føroyskum, kunnu vera eitt ískoyti til tað áhaldandi virðiskjakið um trúgv, vísindi og samfelag. Og hann vónar, at bøkurnar kunnu styrkja eina kjakmentan, sum eftir hansara tykki hevur lyndi til at tiga um teir eymu spurningarnar, sum skilja okkum sundur.

- Viðvíkjandi kjakinum um átrúnað, so eru vit føroyingar væl aftanfyri restini av norðurlondum, sum hava eitt øgiliga frítt kjak um átrúnaðarligar spurningar og leiklutin hjá átrúnaði úti í samfelagnum. Vónandi kunnu týddu bøkurnar stimbra til eitt betri og meiri kvalifiserað kjak, endar Guttormur Djurhuus.



FAKTA um týddu bøkurnar: 


Trúgv og vantrúgv. Ein bók um stríðið ímillum trúgv, vantrúgv og vitan. Eftir Christer Sturmark. Upprunaútgáva frá 2007.


Lýtaleysa skapanarverkið og lívsins sorgarleikur. Eftir Georg Klein. Upprunaútgáva frá 2005. 


Sjálvsævisøga – Charles Darwin. Upprunaútgáva frá 1958.


Vilst vit. Ein bók um at hugsa. Eftir Olav Hammer. Upprunaútgáva frá 2004.