Frelst upp á tann feita mátan

UMHVØRVI Lindenskov úr Havn hevur í fleiri ár roynt at livað so umhvørvisvinarliga sum til ber. Men seinastu trý árini hava hon og maðurin, Høgni Rasmussen, lagt seg eftir at koma á botn í dálkandi forbrúki. Og tað hevur loyst seg sera væl, bæði so og so...

Meiri enn fimm túsund skatta­fríar krónur eyka at jolla sær fyri um árið. Hetta er upphæddin, sum Elin Lindenskov og Høgni Ras­mussen hava spart, síð­an tey fyri trimum árum síðani settu seg fyri at liva meira umhvørvisvinarliga, serliga við at minka um el-nýtsluna.
– Og tað má eg siga, tað størsta yvirraskilsi var, tá rokningin kom frá Sev. Vit jublaðu, sigur Elin Lindenskov, sum hev­­­ur góða grund til at vera áhugað í at liva um­hvørv­isvinarligt. Hon hev­ur nevni­liga ver­­i­ð for­kvinna í um­hvørv­is­nevndini hjá Tórshanvar Kommunu í fleiri ár, og tískil havt serliga skyldu til at seta seg inn í, hvussu til ber at liva meira um­hvørvisvinarligt.
– Fremsta orsøkin til, at vit hava valt at fokusera so nógv upp á at umleggja el-forbrúkið hevur verið at verja umhvørvið. Men tað er absolutt heldur ikki so galið at hava fleiri pengar til tað stuttliga í lívinum, sigur Elin Lindenskov, sum var tann í húskinum, sum tók stig til at dálka minni.
– Høgni helt kanska ikki, at tað var so spenn­andi í fyrstanni. Men tá hann sá, at tað loysti seg, fór hann eisini meira mið­víst til verka.

Stór minking
Seinastu árini hava tey bæði búð í byggirokið, tí húsini hava verið um­væld. Enn er nakað eftir, eitt nú køkurin. Men um­vælingarnar hava eisini latið upp fyri at skifta út stóru orkuslúkarnar inn­an hvítvørur, umframt at bjálva húsini betri. Og so hava vanabroytingar eis­ini havt stóra ávirkan á minkingina.
Tá vit hyggja eftir Sev-rokningunum sein­astu trý árini sæst, at tey hava fingið fitt av tús­­und­krónu­seðlum út­­­­gold­­nar síðst í árin­um. Har­umframt er mán­aðar­liga el-rokningin minkað úr 800 krónum niður í 300 krónur.

Hugsa seg væl um
Men tað er ikki alt. Sama tíðarskeið hava tey eisini spart olju, uttan tó at fara so íðin til verka, sum við streyminum, ið sum kunnugt er lættari at máta og rokna út, enn »svingandi« oljan – bæði í prísi og nøgd. Men á árs­uppgerðini sæst, at tey eru farin úr 3.203 litrum í 2006 niður í 2.598 í 2009. Við dagsins oljuprísi á 6,20 liturin gevur tað eina sparing upp á umleið 4000 krónur hesi árini.
Sostatt hevur tað loyst seg væl at hugsað seg um eina­ferð eyka, áðrenn kon­taktin ella radiatorurin verða tendrað.

Fingið húshjálp
Men hvat hava tey so brúkt allar hesar pengarnar til, for­vitnast vit?
– Vit hava ikki verið so nógv úti um okkum við pengunum. Men tað munar at hava fleiri hundrað krónur eyka um mánaðin, sigur Elin, og hugsar seg um eina løtu.
Áh jú, forrestin – har var eitt, sum vit keyptu okkum. Ein robot­dust­súgvara fyri 2.500 krónur, sum vit tendrað um morg­­unin, tá vit fara til ar­­beið­is, og so er húsið avblást, tá vit koma heim. Hann stendur og løð­ir um náttina, og brúkar ikki meira streym enn ein lítil far­tele­fon. So vit hava fingið eina fína húshjálp fyri peng­arnar, stað­festir Elin hugagóð.
Rigmor@sosialurin.fo

--------

10 tiltøk frá Elin


1. Spariperur
Elin: Eg havi kannað marknaðin væl og virðiliga, tí tað finnast bæði góðar og minni góðar perur í øllum prísklassum. Nógv bendir á, at prísur og góðska fylgjast. Nú havi eg funnið nakrar, sum eg eri nøgd við. Eg skrivi datoin, tá tær verða settar í, á fatningin, so eg kann fylgja við, hvussu leingi tær halda. Onkur hevur hildið í 10 ár.


2. Høvuðsavbrótari
Elin: Tá vit umvaldu húsini, fingu vit elektrikaran at installera eina høvuðskontakt á hvørjari hædd, har til ber at sláa allan streym á hæddini frá og til í senn. Her er umráðandi at leggja væl til rættis, til dømis so frystari og køliskáp verða undantikin. Hetta er gott, tá vit fara í song, tí so er alt óneyðugt sløkt.


3. Klædnavask- og turk
Elin: Vit fylla altíð maskinuna og vaska við so lágum hita, sum til ber. Og so hava vit innrættað ein gamlan hjall við klædnasnórum, umframt at uttandura snóratræið er gjørt høgligari. Turki­trumlan verður so gott sum ongantíð brúkt.



4. Spariskinnarar
Elin: Líkist einari forleingjaradós við fleiri stikkum í. Perfekt til sjónvarps- og teldu-leidnings-kaos, har tingini ofta standa frá ella á standby.



5. Reyða peran
Elin: Standby er ein klikkað funktión. Eg skilji ikki, hví tólini skulu vera tendrað, hóast eg havi sløkt tey. Úrslitið er, at eg sløkki á vegginum, har tað ikki er spariskinnari.


6. Hvítvørur
Elin: Vit gjøgnumgingu allar hvítvørurnar og raðfestu nær tær skuldu skiftast út frá, hvussu nógv tær brendu. Til dømis varð frystiboxin skift út við eitt minni frystiskáp. Nú eru allar hvítvørurnar A-merktar og tað merkir, at tær brenna so lítið sum til ber.


7. Ljós
Elin: Í sambandi við umvælingarnar í húsinum, hava vit fingið ein glasútbygning á húsini. Hesin gevur nógv ljós og góðan hita til øll húsini, tá sólin skínur. Hetta sparir okkum bæði ljós og olju. Er tað kalt úti, lata vit bara hurðina aftur til útbygningin, so kuldin ikki sleppur inn.


8. Reingerð
Elin: Vit eiga næstan ongi vaskievni og brúka ikki heitt vatn til vanliga reingerð. Í staðin brúka vit mikroklútar, sum vaska supervæl. Mikroklútar eru nokkso dýrir, men tað loysir seg í longdini. Fáu vaskievnini, sum eru eftir í húsinum, hava øll umhvørvismerking.


9. Endurnýtsla
Elin: Eg keypti hesa kompostspannina niðri herfyri. Í garðinum stendur ein kompostkassi, sum Dugni hevur framleitt. Alt lívrunnið tilfar endar har, og verður til góða mold til havan.


10. Hiti
Elin: Vit hava lækka innihitan. Fyri hvørt stig hitin minkar, sparir tú 7 prosent av orkunýtsluni. Eisini ansa vit eftir ikki at brúka ov nógv heitt vatn, til dømis er óneyðugt at skola av, áðrenn tú setir búnýti í uppvaskimaskinuna. Eisini hava vit bjálvað húsini so væl, sum til ber í sambandi við umvælingarnar.