Í Føroyum plaga vit at erpa okkum av, at her kunnu vit lata húsini standa ólæst, tí er er so friðarligt. Tað er eisini nakað um tað – men ikki altíð. Tað máttu fólk í einum húsum í Havn ásanna í gjár.
Onkur var farin inn í kjallaran hjá teimum og fór í holt við at tøma frystiboksina. Viðkomandi hevði fingið upp í tveir posar, tá ið hann brádliga føldi seg ótryggan og leyp avstað, uttan at fáa posarnar við sær, og sostatt fekk hann einki burtur úr.
Løgreglan veit, at nógv lata kjallarar, og hjallar, standa ólæstar, men heitir á fólk um at umhugsa um tað ikki er frægast at læsa, tí dømi eru um, at matur verður stolin, bæði kjøt, og annað.
Annars hevu náttin verið friðarlig. Ein maður er tikin á løgreglustøðina, tí hann fór at skapa ímóti løgregluna og vildi ikki akta boð frá løgreglufólki. Tvørtur ímóti var hann so ólátaður, at hann varð tikin á støðina at sova rúsin av sær. Hann sleppur avstað aftur tá ið hann vaknar, men tá verður tað við eini bót upp á 600 krónur í lummanum fyri at hava brotið politiviðtøkurnar.