Maðurin, sum er skuldsettur fyri at hava stolið eina stóra peningaupphædd í einum handli í Havn, hóskvøldið, er nú fongslaður í Danmark.
Tað var um nátturðatíð hóskvøldið, at ein maður stjól nógvar pengar av eini skrivstovu í einum handli í Havn. Handilin hevði opið, men eingin legði til merkis, at maðurin fór inn á skrivstovuna og stjól pengarnar.
Tá ið tey varnaðust stuldurin, varð løgreglan fráboðað og fyri uppkláringararbeiðið var tað heppið, at vakmyndatólið í handlinum hevði fingið rættiliga góðar myndir av honum.
Løgreglan vil hvørki siga, hvør handilin var, ella hvussu stór upphæddin var – men hon var stór. Men tey lýstu alment eftir manninum og tey hava heilt nógvar fráboðanir frá fólki.
Norrøna lá í Havnini hóskvøldið, tá ið hon fór til Danmarkar, og løgreglan sigur, at tey fingu illgruna um, at maðurin var farin við Norrønu.
Tí skipaðu tey fyri, at hann varð handtikin umborð á Norrønu og settur í ein kliva umborð. KvF segði, at maðurin varð handtikin sum hann sat í hitapottinum á Norrønu og hann gjørdi ongan háva burtur úr sær, tá ið hann varð tikin.
Og tá ið Norrøna so legði at í Hirtshals í gjáramorgunin, stóð danska løgreglan fyri manninum og tók hann.
Samstundis vóru allir pengarnir, sum vórðu stolnir, funnir inni á kamarinum hjá manninum á Norrønu, so teir eru komnir aftur í aftur
Síðani er tað komið fram, at maðurin, sum er ein 29 ára gamal útlendingur, er vælkendur av løgregluni í og í gjár varð hann í grundlógaravhoyring í rættinum í Hjørring í Norðurjútlandi.
Løgreglan sigur, at har varð hann varðhaldsfongslaður í tríggjar vikur, til tann 16. juni. Løgreglan í Føroyum upplýsti nú ein dagin, at endamálið er at fáa hann aftur til Føroya, so at hann kann koma til rættin her, og nú verður sagt, at tá ið vanligur arbeiðsdagur er aftur í morgin, verður arbeitt víðari við málinum.