Frekt kvinnukvøld á Tvøroyri

Sexologur, kvinnuligur politikari, make over og mótashow fara at seta sín dám eitt kvinnutiltak, sum ungdómsdeildin hjá TB skipar fyri 9. mai. Leygarkvøldið 9. mai skipar ungdómsdeildin hjá TB fyri einum kvinnutiltaki á Tvøroyri.

 

Gestir á Tvøroyri hetta kvøldið verða løgtingskvinnan fyri Tjóðveldi, Bergtóra Høgnadóttir Joensen og Birita Lamhauge, sexologur.

 

Haraftrat verður makeover við Lydiu, hárfríðkanarshow við Salong Eyðbjørg og eitt mótashow.