Arbeiðssteðgir og samferðsla
Tað er meiri enn frekt av landsstýrinum at vænta sær nakað samstarv við fakfeløgini um skipini hjá Strandferðsluni aftaná hetta her.
Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum sigur, at leggur løgtingið uppí arbeiðssteðgin hjá Starvsmannafelagnum, fer tað at skaða fyri royndirnar hjá landsstýrinum at finna eina varandi loysn á tí trupulleika, at skipini hjá Strandferðsluni so ofta verða rakt av arbeiðssteðgi.
Landsstýrið hevur boðað frá, at tá ið hesin arbeiðssteðgurin er av, og viðurskiftini fingin í rættlag aftur, fer landsstýrið at royna at fáa eina varandi loysn á hesum trupulleikanum at skipini hjá strandferðsluni verða løgd so ofta, tá ið arbeiðssteðgur er.
Men Gunnleivur Dalsgarð heldur, at eftir tað sum nú hendir, verður tað ógvuliga trupult hjá landsstýrinum at fáa nakað samstarv ið fakfelgini um hesi viðurskifti.
Eg veit ikki hvat bagir politikarum, um teir fyrigykla sær at teir skulu fáa eitt samstarv við fakfeløgimni um Strandferðsluna aftaná at tað, sum hendir nú, har teir leggja seg út í ein fult lógligan arbeiðssteðg og taka broddin av arbeiðssteðginum við at tvinga maningina á strandfaraskipunum aftur til arbeiðis, sigur Gunnleivur Dalsgarð.