Frek føroysk sniðgeving á Norðuratlantisku Bryggjuni

Spennandi framsýning við nýggjari føroyskari sniðgeving byrjar í hesum døgum í Keypmannahavn. Millum framsýnarnar eru Barbara í Gongini, Elin Heinesen og Jóhanna av Steinum. Frá 20. oktober til 20. januar hevur Norðuratlantiska Bryggjan framsýning við føroyskum sniðgevum.

Framsýningin - við heitinum ÆGGEN - er fyriskipað av Barbaru í Gongini. Og framsýnarnir eru nakrir av bestu og djarvastu føroysku sniðgevunum.

Klæðini eru frá 2007 og hava millum annað verið sýnd fram á stórum altóða sýningum. Í tíðindaskrivið siga fyrireikarnir at føroysk sniðgeving vekur altjóða ans. Ikki bara við Guðrun & Guðrun troyggjunum í vældámdu donsku sendingini, Forbrydelsen, men eisini í amerikanskum bløðum, sum tildømis Womens Wear Daily.

Sniðgevararnir eru:

Gudrun & Gudrun

Dennis Agerblad

Elisa Heinesen

Beinta Vilhelmsen

Barbara í Gongini og Tine M Jensen

Jóhanna av Steinum

MARMAR (Marianna Mørkøre og Maria Arnell).