Freistin um Hoydalar farin

Fornminnisnevndin fer nú at gera tilmælið til landsstýrismannin liðugt

Tað er nú ein góð vika síðani, at freistin at lata inn viðmerkingar til friðingina í Hoydølum var úti, og forminnisnevndin hevur fingið nakrar viðmerkingar.

Tað sigur Herleif Hammer, stjóri í Tjóðsavninum.

Saman við Juliannu Klett og Johan Laksáfoss mannar hann eisini fornminnisnevndina, sum nú fer undir arbeiðið at hyggja viðmerkingarnar ígjøgnum, soleiðis at endaligt tilmæli kann latast landsstýrismanninum um friðingina av økinum uppi í Hoydølum.

Eftir ætlan fer forminnisnevndin at hava fund fyrst í november mánaði, har tilmælið verður gjørt liðugt.

 

Umfatar bygningar og bygningslutir

Sambært friðingaruppskotinum verður talan um at friða teir gomlu bygningarnar, ið framvegis eru til, umframt bygningslutir og økið yvirhøvur. 

–Ta snýr seg um allar teir bygningslutirnar, ið knýttu seg at tuberklasjúkrahúsinum og sanatoriinum. Fyrst og fremst snýr tað seg um stóra bygningin, sum vit kalla fyri Gamla hús ella dreingjakostdeildin.

Aftrat dreingjakostdeildini er eisini gentukostdeildin, sum brendi í 2007, men sum síðani er bygd upp aftur. Herleif Hammer ger greitt, at hóast bygningurin sum so er nýggjur, er grundin kortini ein bygningslutur, ið hoyrir til friðingina.

– Tað eru nakrar liggihallir, sum eru intaktar, har tey fóru út at fáa fríska luft í songini. So eru nakrar grundir til liggihallir uppi í plantasjuni, hjallur, læknahúsið, vantbrunnar, fløtan og øll tann gøtuskipanin hjá fólki at ganga eftir, sigur Herleif Hammer.

Friðingin umfatar tó ikki gamla skúlabygningin úr betongi, og í samrøðu við in.fo í gjár, segði Jenis av Rana, landsstýrismaður, at alt bendir í løtuni á, at tann bygningurin er í ov ringum standi, og at tað ivaleyst ikki er ráðiligt at seta pening í bygningin.

Økið skal framvegis brúkast

Herleif Hammer greiðir frá, at tað, at økið verður friðað, merkir ikki, at einki skal vera í økinum, og at einki skal gerast.

–Friðingin merkir, at skal nakað gerast, so skal tað gerast í samstarvi við fornminnisnevndina og aðrar myndugleikar, soleiðis at mann ikki pyðileggur søguna, sporini og siðsøguliga virðið.

– Grundin til at mann friðar allar bygningslutirnar, er at heildin skal vera varðveitt, so mann kann fortelja ta søguna, hvussu tað gekk fyri seg tá, sigur Herleif Hammer.

Á kortinum niðanfyri sæst, hvussu fornminnisnevndin ætlar at friða økið í Hoydølum.

##med2##