Eins og undanfarin ár skipar B36 fyri ungdómskappingina Adidas Summar Cup. Kappingin er ein barna- og ungdómskapping, har dentur bæði verður lagdur á tað ítróttarliga og tað sosiala, ið skal vera til gleði og gagn fyri børn í Føroyum.
Afturat sjálvari fótbóltskappingini er eisini eitt stórt eventøkið, har allir luttakarar kunnu hugna sær og hava ein steðg frá fótbóltsdystunum saman við vinum og kenningum.
Freistin at melda til kappingina, sum verður hildin í Gundadali 9. juli, er í dag. Higartil hava næstan 100 lið úr øllum landinum meldað seg til kappingina, upplýsir Andrass Thomsen, ið er høvuðsfyriskipari av kappingini.
Kappast verður í hesum aldursbólkum:
U6, U8, U10, U12 og U14.
Meira um kappingina kann lesast HER.