Høvundurin, ið væntandi verður kosin vinnari á Bókadegnum í Norðurlandahúsinum, leygardagin 24. novembur, fær 100.000 krónur umframt útgávusáttmála við Forlagið Sprotan.
Treytirnar eru, at handritið skal vera á føroyskum, og søgan skal vera í minsta lagi 150 síður à 2.000 eindir við millumrúmi.
Bókhandlarnir og Forlagið eru samd um, at ov lítið kemur út av upprunaligum føroyskum skaldskapi, og tí kunngjørdu Kári Árting, formaður í Bókhandlarafelagnum og Jonhard Mikkelsen, stjóri á Sprotanum kappingina á Mentannarnáttini í Havn í fjør.
Teir føroysku bókhandlarnir eru H.N.Jacobsens bókhandil í Havn, Bókabúðin í Runavík, Alfa Bókhandil í Klaksvík og Rit & Rák í Havn.
Skaldsøgan skal sendast sum teldubræv til bokhandlarafelag(at)gmail.com og vera merkt “skaldsøgukapping”. Dómsnevndin fær ikki at vita, hvør ið hevur skrivað skaldsøgurnar
Í dómsnevndini eru fimm fólk: Berglót av Skarði, Pætur M. Dahl, Eileen Anthoniussen, Jonhard Mikkelsen og Bergur D. Hansen
Dómsnevndin fær ikki at vita, hvør hevur skrivað skaldsøgurnar.
Onkur handrit eru komin inn, og hóast væl er útliðið, minnir bókhandlarafelagið á, at enn ber til at vera við í kappingini um skaldsøguna. Freistin er tann 1. september 2018.