Freistin til First Lego League nærkast

Aftur í ár er møguleiki at vera í tiltakinum First Lego League. Eitt avbjóðandi, mennandi og spennandi tiltak fyri børn og ung. Men freistin at tekna seg nærkast First Lego League er ein heimsumfatandi kapping, har ungfólk saman skulu loysa eina trupulleikaorðing og lýsa eitt ávíst evni. Tey skulu millum annað gera ein robott úr Lego, sum skal loysa nakrar bundnar uppgávur, men eisini kunnu tey lýsa høvuðsevnið við framløgu, showi ella á annan sjónligan/visuellan hátt.

Í ár er evnið ?SMART MOVE? og leggur tað upp til at arbeiðast skal við framtíðar flutningsmøguleikum, samstundis sum hugsað verður um náttúruna. Endaliga uppgávan verður kunngjørd 12.september kl. 13.

Vinnarin av føroysku kappingin fer beinleiðis til ta Skandinavisku finaluna, sum verður í Eksilstuna í Svøríki seinast í november. Seinastu árini hava føroysku liðini, sum hava verið við til norðurlendsku kappingina, klárað seg sera væl. Eisini hevur vinnandi liðið í Føroysku kappingini tvey tey undanfarnu árini luttikið á heimsfinalu. Í 2007 í Atlanta í USA, og í 2008 í Bella sentrinum í Keypmannahavn.

Henda møguleika fær føroyskur ungdómur aftur nú. Finn nakrar vinir, floksfelagar ella grannar í aldrinum 10?16 ár og melda eitt lið til kappingina. Einastu treytirnar eru, at tað ikki eru fleiri enn 10 á liðinum, og at ein vaksin leiðari er tengdur at liðinum, og skal viðkomandi vera eldri enn 18.

Endaliga freistin at tekna seg er 1. september, men fyrireikararnir mugu fáa eina fyribils tilmelding áðrenn mánadagin 24. august klokkan 10, so tað ræður um at gera skjótt av.

Tað ber til at tekna hjá Harriet Hansen, harrieth@skulin.fo og Kurt Madsen, kurtma@flsk.fo.