Hóskvøldið vóru atgongumerki útseld á fleiri sølustøðum kring landið, og tí hevur Summar Festivalurin gjørt av at útseta príshækkingina í ein dag
Á fleiri Magn-støðum vóru atgongumerki til Summar Festivalin útseld hóskvøldið. Nógv fólk fingu tí ikki fatur á atgongumerkjum, áðrenn prísurin eftir ætlan skuldi hækka fríggjadagin.
Tí hevur Summar Festivalurin gjørt av at útseta príshækkingina á atgongumerkjum í ein dag og kunnu fólk eisini fríggjadagin keypa atgongumerki fyri tann bíligara prísin. Leygardagin hækkar prísurin so við hundrað krónum.
Atgongumerki til Summar Festivalin kunnu keypast á Magn-støðum, í Telebúðum og á Teleshop.fo. Vikuskiftispassið kostar 950 krónur, men leygardagin hækkar prísurin við hundrað krónum.










