Freistin úti at søkja stjórastarvið á Strandferðsluni

Fríggjadagin er freistin úti at søkja starvið sum stjóri á Strandferðsluni. Higartil hevur Vinnumálaráðið fingið tvær umsøknir til starvið, ið skal setast sum skjótast

Freistin at søkja starvið sum stjóri á Strandferðsluni er úti fríggjadagin. Vinnumálaráðið lýsti fyri einum mánað eftir nýggjum stjóra til stovnin, eftir at Reidar Nónfjall, sum hevur verið stjóri á stovninum seinastu fimm árini, boðaði frá at hann hevði ikki hug at halda fram í starvinum.
Nú freistin at søkja er um at vera úti, hevur Vinnumálaráðið fingið tvær umsøknir til starvið, sigur Arne Poulsen, aðalstjóri í Vinnumálaráðnum. Men ofta koma umsøknirnar ikki fyrr enn í seinastu løtu, so tá avtornar kann talið gerast nakað hægri.
Tann, ið fær starvið sum stjóri á Strandferðsluni, skal hava holla teoretiska útbúgving, leiðsluroyndir frá privata og/ella almenna arbeiðsmarknaðinum, og harumframt skal viðkomandi hava góð samstarvsevnir og mennandi leiðslustíl, sigur Vinnumálaráðið í starvslýsingini. Starvið sum stjóri á Strandferðsluni verður sett »sambært serligari avtalu«.
Arne Poulsen sigur, at Vinnumálaráðið miðar ímóti at nýggi stjórin á Strandferðsluni skal kunna taka við starvinum skjótast gjørligt. Fráfarandi stjórin hevur uppsagnartíð til á nýggjárinum, men hevur biðið um at sleppa úr starvinum fyrr, um tað letur seg gera.