Tey, ið ætla sær at lata myndir inn til Várframsýningina, mugu nú skunda sær. Tann 12. februar klokkan 18 er freistin úti.
Øll eru vælkomin at lata myndir inn í Listaskálanum, har tilmeldingarbløð eisini eru at fáa. Hesi fáast eisini við at venda sær til Listaskálan á telefon 313579.
Myndirnar, ið verða latnar inn, skulu vera klárar at heingja upp, og mugu ikki vera í clipsrammu.
Várframsýningin er fyriskipað av felagnum Føroysk Myndlistafólk, ið er felagið hjá yrkismyndlistafólkum.
Í nevndini sita Astri Luihn, forkvinna, Olivur við Neyst, kassameistari og Sigrun Gunnarsdóttir Niclasen, skrivari.
Sýningin í ár er hin 11. í røðini og hon er hvørt ár fyrsta leygardag í mars.
Ætlanin við Várframsýningini er at vísa, hvat yrkislistafólk fáast við og hvat nýtt hendir innan myndlistina. Men øll eru vælkomin at senda verk inn. Ætlanin er eisini, at sýningin skal vera kveikjandi. Tá ein hevur havt verk við á sýningini 3 ferðir, gerst ein limur í Føroysk Myndlistafólk.
Astri Luihn sigur, at talan er um sensureraða sýning. Tó eigur eingin at verða skuffaður, um viðkomandi ikki fær verk við.
-Hetta hava øll roynt, eisini tey, sum í dag eru yrkislistafólk, sigur Astri Luihn, sum metir, at slíkt eigur ein at tola.
Metingarnevnd
Tað verða 3 fólk vald í eina metingarnevnd. Henda nevnd metir um innkomnu verkini. Tey royna so at skapa eina sýning, sum er umboðandi, vísir hvat hendir og tey royna at skapa sýning, sum eisini er ein heild.
Fólkini sita 3 ár í nevndini. Í ár sita Guðrið Poulsen, á 3. ári, Tita Vinther, á 2. ári og Tróndur Patursson hevur verið við í eitt ár.
Metingarnevndin arbeiðir hvønn dag út í eitt í 3 vikur við at seta saman Várframsýningina.
Funnist hevur onkutíð verið at felagnum Føroysk Myndlistafólk, tí tey skipa ikki fyri fleiri sensureraðum sýningum. Men Astri Luihn sigur, at tey hava hvørki orku ella ráð at skipa fyri fleiri sýningum árliga.
Várframsýningin 2000 letur upp 4. mars í Listaskálanum










