Á sumri 1997 skrivaði Fróðskaparsetrið út ritgerðarkapping, har evnið var Tenn, tannasjúkur og tannarøkt. Freistin at lata inn til kappingina varð upprunaliga sett til 1. august 1998. Men tí at eingin ritgerð kom inn, varð gjørt av at leingja innlatingarfreistina til 1. februar 1999. Freistin verður sostatt úti um slakar tríggjar vikur.
Fróðskaparsetrið fór undir at skipa fyri ritgerðarkappingum í 1970, og síðani tá hava tær verið nær um á hvørjum ári. Ritgerðarkappingin um tenn er tann 25. í røðini.