Mánadagin er síðsta freist at søkja um upptøku á Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya. Broytingin við útbúgvingini nú er, at lesturin byrjar í september.
Nú er skjótt síðsta freist, at søkja um upptøku á Sjúkrarøktarfrøðisskúla Føroya. Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar boðar frá, at í mun til undanfarin ár, har lesandi vórðu upptikin í februar, er tann broyting, at lesturin byrja í septembur.
- Sjúkrarøktarfrøðisútbúgving er á bachelor støði, og eftir loknað útbúgving eru endaleysir arbeiðs- og lestrar møguleikar kring heimin, sigur felagið, sum heitir á tey, sum hava áhuga í hesi útbúgving, um at skunda sær, tí freistin at søkja um upptøku er 14. juni
Meira um útbúgvingina er at finna á heimasíðuni www.setur.fo