Freistin í Gøtu útsett

Av tí at atgongumerkini til Summar Festivalin vórðu útseld á Shell-støðini í Gøtudali týsdagin, verður bíðað eina dag longri við at hækka prísin har

Stórur áhugi hevur seinastu dagarnar verið fyri at keypa vikuskiftispass til Summar Festivalin. Týskvøldið var seinasti møguleiki at keypa atgongumerki, áðrenn prísurin hækkar, og nógv atgongumerki eru seld kring landið seinastu dagarnar.

Á Shell-støðini í Gøtudali vórðu vikuskiftispassini útseld týskvøldið, og nógv fólk royndu til fánýtis at keypa atgongumerki har.

Tí hevur Summar Festivalurin gjørt av, at vikuskiftispass fáast fyri 795 krónur á Shell-støðini í Gøtudali mikudagin 18. juli eisini.