Freistin fyri 3. útbjóðing nærkast

Nú er bert hálvur annað mánaði eftir til, at umsóknirnar til leitiloyvi í 3. útbjóðing á føroyska landgrunninum skulu vera hjá Jarðfeingi. Tíðarfreistin er 2. november.

Petur Joensen frá Jarðfeingi sigur, at enn er ov tíðliga at siga nakað um áhugan, tí feløgini vilja helst brúka ta tíð, sum krevst fyri at gera sítt heimaarbeiði. Sum skilst hevur Jarðfeingi sent útbjóðingartilfar til rættiliga nógv oljufeløg, her bæði tey, sum longu eru virkin á føroyska landgrunninum, feløg, sum áður hava víst Føroyaøkinum áhuga og feløg, sum ikki hava verið her áður.

 

Vit skilja, at í hvussu er okkurt av teimum stóru feløgunum, sum longu er virkið her, fer at søkja. Nøkur av teimum smærri feløgunum hava alment boðað frá, at tey fara at søkja. Spurningurin er tá, hvussu nógvar lisensir feløgini ynskja at bjóða uppá. Vit eiga at hava í huganum, at fleiri av feløgunum fingu stór leitiøki í 2. útbjóðing, sum tey kanna og skulu taka støðu til, um tey fara víðari til at bora.

 

Helst eru tað bæði minus og pluss við eini komandi útbjóðing. Bæði Brugdan hjá Statoil og William hjá BP vóru turrir brunnar. Hetta kann vera við til at draga tann skeiva vegin. Hinvegin kann eisini vera, at sera spennandi oljukeldurnar hinumegin markið, Rosebank og Cambo kunnu gera, at oljufeløg, sum eru virkin í teimum loyvunum og fyri tað onnur við eru áhuga í at fáa loyvi føroysku megin markið eisini, so tey - um oljuútbyggingar fara fram í framtíðini - eisini hava møguleikan at bora skamt har frá á føroyskum øki.

 

Eitt, sum kann draga tann skeiva vegin, er so eisini tann sannroynd, at oljufeløg hava brúkt nógva orku uppá at bjóða í bretskum øki og skulu til at brúka orku eisini til at bjóða í norskum øki. Tað kann hava við sær, at feløgini hava ikki so nógva orku tøka eisini til at bjóða við Føroyar.

 

Ætlanin er at lata loyvini í triðju rundu fyri nýggjár. (JM)