Freistin er úti á midnátt

Í kvøld á miðnátt er seinasta freist at søkja um jólahjálp frá Í menniskjum góðum tokki

Í tíðindaskrivi skrivar Í menniskjum góður tokki, at bæði fíggjarliga sperd pør við børnum og fíggjarliga sperdir stakir uppihaldarar kunnu søkja um jólahjálp.

 

Søkjast kann við at fylla út umsóknarblaðið á heimasíðuni, sum sæst HER

 

Nú nakrir tímar áðrenn evstu freist, hava góðar 350 familjur søkt um jólahjálp.

 

Allar familjurnar hava í seinasta lagi 17. Desember fingið svar, um tær fáa jólahjálp ella ikki.