Freistin er úti á midnátt

– Soleiðis sum tilmeldingin er longu nú, verða helst fleiri røðarar við í ár enn í fjør, tí yvir 100 hava longu meldað seg til. Serliga síggja vit, at fleiri av teimum ungu eru komin við, sigur Magni Brøðraberg frá Drekanum, sum skipar fyri Vodafone-kappingini í inniróðri leygardagin.

Yvir hálvthundrað rógvimaskinur verða til taks í Eysturskúlanum leygardagin, tá stóra Vodafone-kappingin í inniróðri, sum Drekin skipar fyri, er á skránni. 12 maskinur verða brúktar til sjálva kappingina, umframt at aðrar 40 maskinur eru til taks, so røðararnir kunnu hita upp á teimum.

Kappingin er skipað við stórskíggja og øllum, sum hoyrir til, so áskoðararnir kunnu fylgja róðrunum á sama hátt, sum tá vanligur róður er. Tó minnir útsýnið kanska mest um at síggja ólavsøkuróðurin á Havnarvág úr einari tyrlu, ið sveimar yvir róðrarøkinum.

Hóast inniróður er rættiliga nýggj ítróttargrein í Føroyum, sum í øldir hevur kent til kappróður sum gerandisískoyti á havinum, hava føroyingar tikið henda ítróttin til sín, tí tað gerast alsamt fleiri, ið venja róður á maskinum. Og tað sæst so eisini aftur á áhuganum, tá kappast verður.

 

Longdu freistina

Upprunaliga var freistin fyri tilmelding til Vodafone-kappingina úti á midnátt týskvøldið, men eftir áheitan frá fleiri røðarum hevur Drekin gjørt av at lata freistina vera á midnátt í kvøld í staðin. Longu nú hava yvir hundrað røðarar meldað seg til kappingina, og tað fegnast fyrireikararnir um.

– Soleiðis sum tilmeldingin er longu nú, verða helst fleiri røðarar við í ár enn í fjør, og serliga eru tað tey ungu, sum eru komin við. Og nú freistin er longd, vóna vit at fáa enn fleiri av teimum ungu við til kappingina, sigur Magni Brøðraberg frá Drekanum.

Hann sigur, at hóast vøksturin millum tey ungu er stórur, so er tað ikki nakað, ið undrar fyrireikararnar.

– Fleiri og fleiri eru hesi seinnu árini komin at kenna inniróður. Og í inniróðri ber til at vera í gongd alt árið, og tað er ikki longur sum fyrr, tá tey flestu ikki byrjaðu at rógva, fyrr enn tey vóru 12 ára gomul, sigur Magni Brøðraberg.

– Nú byrja mong, tá tey eru væl yngri enn tað, og tað sæst so sjálvandi aftur í kappingunum. Harumframt brúka nógvir røðarar hesar kappingarnar til at betra seg, tí teir vilja vera væl fyri, áðrenn farið verður í bátarnar seinni í vár.

 

Er fyri øll

Sum er, vænta fyrireikararnir nógvar spennandi og áhugaverdar róðrar, men vónin er altso, at enn fleiri ungar gentur og ungir dreingir melda seg til Vodafone-kappingina, áðrenn nýggja freistin er úti á midnátt í kvøld.

– Hóast fólk kanska ganga hægri upp í summar av kappingunum, enn aðrar, so vilja vit fegin hava, at øll halda seg framat. Vit vilja bæði hava fatur í teimum røðarum, sum hava vant í fleiri mánaðir og stremba eftir betri tíðum, og so teimum, sum kanska bara eru í gongd til stuttleikar ella ikki júst nú eru í so góðari venjing, sigur Magni Brøðraberg.

Ein av kappingunum, sum altíð er spennandi – bæði fyri røðarar og áskoðarar – er 500 metra sprintkappingin. Har bæði gentur, dreingir, kvinnur og menn ímóti hvørjumøðrum, tí ein serligur frymil fyri kyn, aldur og vekt ger, at øll eru líkastillað í hesi kappingini, hóast fyritreytirnar annars kunnu vera ymiskar.

– Vit vildu allíkavæl ynskt, at uppaftur fleiri meldaðu seg til henda bólkin, tí tað er eingin forðing, at tú hevur verið í gongd í onkrar av undanfarnu kappingunum, fyri at vera við her. 500 metrar er so mikið stuttur teinur, at hann klára fólk altíð at taka aftrat, sigur Magni Brøðraberg, sum spentur bíðar eftir, at síðstu tilmeldingarnar eru komnar fyri midnátt í kvøld.