Freistin er longd

Freistin at tekna seg til kappingina í innandurarógving í Havn leygardagin er longd til á midnátt hóskvøldið.

Hetta ger Havnar Róðrarfelag fyri at fáa fleiri ungfólk og fleiri kvinnur at tekna seg til kappingina.
Higartil hava fleiri enn hundrað rógvarar teknað seg til kappingina, og fyrireikararnir halda, at fleiri ungfólk kunnu verða við í kappingini. Kring landið rógva bæði gentur og dreingir í rógvumaskinum, men tey hava ikki hildið seg fram at til kappingina leygardagin  men nú fáa tey ein kjans afturat.
Kappingin verður á Eysturskúlanum í Havn leygardagin.