Freistin at søkja til Stuðul II. er 15. oktober 2026

Freistin at søkja til Stuðul II. er 15. oktober 2026

 

Stuðul verður veittur til ymiskar listaligar verkætlanir og mentanarligt virksemi sum heild. Endamálið er at stuðla undir føroyskum máli og mentan, og at kveikja og menna føroyska myndlist, tónlist, bókmentir, sjónleik, film og aðra list, sum kann javnmetast við hesar listagreinir.

 

Stuðul verður veittur tríggjar ferðir árliga.

 

Søkjast kann við at nýta umsóknarblaðið ”Stuðul”.