Landsstýrið hevur nú sjøtul á eitt arbeiði at kanna um fyrningarfreistin at melda kynsligan ágang ímóti børnum, skal leingjast, ella kanska takast heilt av. Tað staðfesti kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður. Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur spurt løgmann um nakrar ætlanir eru um at broyta mannagongdirnar í sambandi við kynsligan ágang ímóti børnum.
Løgmaður staðfestur, at í samband við kynsligan ágang ímóti børnum, er fyrningarfreistin 10 ár eftir at barnið er fylt 18 ár. Men í serliga álvarsligum málum, er fyrningarfreistin 15 ár eftir at barnið er fylt 18 ár. Tað merkir, at hesi mál ikki fyrnast, fyrrenn barnið, sum hevur verið fyri ágangi, fyllir 28 ár og í teimum serliga álvarsligu málunum, tá ið barnið fyllir 33 ár.
Fyrningarfreistirnar í samband við kynsligan ágang ímóti børnum er ímillum tær longstu í revsilógini, staðfestur løgmaður. Orsøkin til tað er, at atlitið til barnið hevur verið tikið framum onnur atlit.
- Eg haldi, at atlit skal sjálvandi takast til tann, sum hevur verið fyri ágangi. Men atlit má eisini takast til tann, sum verður ákærdur fyri at hava framt slíkt lógarbrot, sigur løgmaður.
- Vit vita av royndum, at jú eldri eitt mál er, jú størri er vandin fyri at taka skeivar avgerðir. Og tað er serliga galdandi, har tað ikki eru onnur týðandi prógv enn vitnisfrágreiðingin frá tí, sum hevur verið fyri ágangi. Og tað er nettupp hetta, sum oftast støðan í eldri málum um kynsligan ágang ímóti børnum.
Løgmaður vísir á, at í Danmark er fyrningarfreistin broytt, so at hon verður tald frá tí at barnið, sum hevur verið fyri ágangi, er fylt 21 ár, í staðin fyri 18 ár, sum tað er í Føroyum.
Samstundis eru reglur gjørdar um fyrningarfreistini í teimum førum, har barnið er tvingað til ikki at melda.
Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at skal revsilógin broytast, er tað føroyska revsirættarráðið sum fyrst skal taka støðu til um broytingar eiga at verða gjørdar. Í revsirættarráðnum sita umboð fyri landsstýrið, fútan, sorinskrivaran, føroysku advokatarnar og Fróðskaparsetrið.
Og løgmaður sigur, at landsstýrið kannar í løtuni spurningin, um fyrningarfreistin í sambandi við kynsligan ágang ímóti børnum, skal broytast.
Í hesum sambandi verður eisini umhugsað, um onnur átøk kunnu gera størri mun, eitt nú at hjálpa barninum, sum er fyri ágangi, og skemmaranum, við meira upplýsing um evnið.
|









