Nú ið minni enn tvær vikur eru eftir, til freistin at lata inn sjálvuppgávuna er farin, hava stívliga 2.000 borgarar og virkir nýtt eSkatt at lata inn við.
Sambært uppteljing hjá TAKS skulu í alt 6.580 sjálvuppgávur frá borgarum og virkjum latast inn í ár. Ein lítil triðingur er sostatt innkomin, og hetta er nakað meira enn somu tíð í fjør. TAKS hevur tí góðar vónir um, at tað aftur í ár vera mong, ið lata sjálvuppgávu inn á eSkatti.
Roknskaparskyldig skulu nýta eSkatt
Sambært kunngerð skulu allir roknskapir til TAKS latast inn talgilt. Tey, sum hava skyldu at lata inn roknskap saman við sjálvuppgávuni, skulu tí bæði lata sjálvuppgávu og roknskap inn á eSkatti.
Avmarkað fílustødd
Beint undan innlatingarfreistini í fjør høvdu nakrir brúkarar avbjóðingar við at senda fílur til eSkatt. Orsøkin vísti seg at vera, at tær fyltu ov nógv. TAKS ger tí vart við, at samlaða støddin á fílum, ið verða sendar til eSkatt, má vera í mesta lagi 25 MB.
Talgild innlating nervar ikki
Kundarøktarar hava í hesum døgum úr at gera við at vegleiða fólki í at lata inn á sjálvgreiðsluni, men eftir stendur, at fólk eru væl nøgd við eSkatt, tí tey síggja, at hetta er ein lættur og skjótur máti at lata inn.
Í fjør lótu til samans 4.599 borgarar sjálvuppgávu sína inn á eSkatti, innan freistin var úti 1. mai. Í ár er freistin at lata inn sjálvuppgávu 4. mai.










