Tað er í kvøld klokkan 23.59, at seinasta freistin at søkja inn til útbúgvingarnar hjá Fróðskaparsetri Føroya eftir kvotu eitt fer.
Í ár ber til at søkja inn á 13 ymsar bachelorútbúgvingar, umframt tvey hjánám og seks masterútbúgvingar. Talan er um læraraútbúgvingar, námsfrøði, føroyskt mál og bókmentan, búskaparfrøði, sjúkrarøktarfrøði, løgfrøði, orkuverkfrøði, orkuvísindi, politikk og umsiting, sosialvísindi og samfelagsplanlegging, maskinfrøði, orkuvísindi og støddfrøði og søgu.
Freistin at søkja eftir kvotu tvey var 15. apríl.
Umsøkjarar kunnu longu vænta sær svar um upptøku 10. juli, og tey, sum fáa bjóða lestrarpláss, skulu svara Setrinum innan 1. august, um tey taka av tilboðnum.











