Stringer/Reuters/Ritzau Scanpix

Fregnir: Russiskir hermenn gera herverk á egna útgerð

Bretskar fregnir vísa, at fleiri russiskir hermenn nokta at lýða boð og gera herverk á egna útgerð

 

Stringer/Reuters/Ritzau Scanpix

Eitthvørt bendir á, at stríðsviljin er dalandi millum russiskar hermenn í Ukraina.

Í øllum førum um um vit skulu trúgva nýggjastu bretsku fregnartíðindunum.

Tíðindini vórðu borin í eini røðu á einum lærdum háskúla í Avstralia frá stjóranum fyri samskiftishøvuðsstøðina hjá statinum, sum vanliga er kend sum GCHQ.

Stjórin, Jeremy Fleming, sigur í røðuni, um sæst í fullum líki á heimasíðuni hjá GCHQ, at russiski forsetin, Vlademir Putin, hevur í stórum stíli yvirmett stríðsdygdina hjá sínum egnu herdeildum.

– Vit síggja russiskar hermenn – sum harumframt tørva bæði vápn og stríðshug – sum nokta at lýða boð, oyðileggja egna útgerð og enn tá nakrar, sum av misgáum hava skotið egin flogfør niður, sigur Jeremy Fleming í røðuni.

GCHQ fæst serliga við signalfregnartænastu, sum snýr seg um avlurting og eftirlit av radiosignalum. Tað kundi eitt nú verið walkie-talkie.

/ritzau/

 

Stringer/Reuters/Ritzau Scanpix