Í tíðarskeiðinum fram til 16. apríl 2003, skipaði Unga Tjóðveldið fyri 8 Free Føroyar konsertum. Talan var um reindyrkaðar propagandakonsertir, ið skuldu eggja undir stríðið fyri Føroyum sum sjálvstøðugari tjóð. Millum bólkarnir vóru talur, skemt og annað á skránni.
Konsertin í kvøld verður í Tinghúsgarðinum, og verður hildin fyri at hátíðarhalda, at í gjár var 60 ára dagur fyri fólkatkvøðuna í 1946.