Fyrr í dag spældi liðið sum Mikkjal Thomassen er høvuðsvenjari hjá, Fredrikstad venjingardyst móti gamla liðnum hjá Odmari Færø, Ham-Kam sum eisini spælir í bestu norsku fótbóltsdeildini.
Brandur H. Olsen var við frá dystarbyrjan í tí, ið gjørdist eitt framúr gott avrik. Fredrikstad vann stórsigur 4-0. Tað gekk serliga væl í fyrra hálvleiki. Í steðginum var Fredrikstad á odda 3-0.
Á facebook-síðuni hjá Frederikstad eru tað fleiri sum viðmerkja eitt framúr gott avrik hjá liðnum.
Í mars skal Fredrikstad spæla fýra venjingardystir aftrat áðrenn teir spæla fyrsta dystin í bestu norsku fótbóltsdeildini 1. apríl.
Sunnudagin 3. mars spælir Fredrikstad dyst á útivølli móti Viking Stavanger, ið er millum toppliðini í Noregi.