Seinnapartin spældi Fredrikstad fyrsta dystin uttan Mikkjal K. Thomassen við róðrið.
Í dysti í bestu norsku fótbóltsdeildini eydnaðist tað Fredrikstad at vinna 1-0 á gamla liðnum hjá Odmari Færø, Ham-Kam á útivølli.
Stian Molde skoraði sigursmálið hjá Fredrikstad í 63. minutti.
Brandur H. Olsen fekk tíverri ikki spælitíð fyri Fredrikstad í dag. Jóannes Bjartalíð er enn ikki klárur at tørna út fyri Fredrikstad aftaná drúgva skaðafráveru.
Sigurin í dag var tann fyrsti hjá Fredrikstad síðani 20. mai. Í fimm teimum seinastu dystunum undir Mikkjali hevði Fredrikstad tríggjar javnleikir og tvey tap.
Fredrikstad er nummar fimm í deildini við 26 stigum. Teir í Fredrikstad eru bert tvey stig frá einum evropeiskum plássi. Á triðja og á fjórða plássinum hava bæði Molde og Viking Stavanger 28 stig hvør.
Komandi leygardag klokkan 17 tekur Fredrikstad móti Rosenborg á heimavølli.











