Fredrikstad vann á Sandefjord

Brandur H. Olsen var við á liðnum hjá Fredrikstad í dag

Liðið sum Mikkjal Thomassen er høvuðsvenjari hjá, Fredrikstad tykist at vera væl fyri til komandi kappingarár í bestu norsku fótbóltsdeildini, ið byrjar 1. apríl.

 

Við Brandi H. Olsen á liðnum frá dystarbyrjan eydnaðist tað í dag Fredrikstad á heimavølli at vinna 2-0 á Sandefjord, ið eisini spælir í bestu norsku fótbóltsdeildini komandi kappingarár.

 

Morten Bjørlo legði Fredrikstad á odda níggju minuttir undan steðginum. Simen Rafn staðfesti sigurin tá 18 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki. 

 

Fredrikstad hevur í seinastu fýra venjingardystunum móti øðrum norskum liðum vunnið tríggjar dystir, og hava leikt ein javnan. So gongdin er góð.

 

Leygardagin 16. mars spælir Fredrikstad aftur venjingardyst á heimavølli. Hesaferð móti Oslo KFUM, ið eins og Fredrikstad fluttu upp í bestu deildini farna kappingarár.

 

1. apríl spælir Fredrikstad fyrsta dystin í bestu norsku fótbóltsdeildini móti Bodø/Glimt á heimavølli.