Fredrikstad tapti fyrsta dystin í 2024

Fredrikstad tapti 1-2 fyri Lillestrøm á útivølli

Mynd: Fredrikstad

Fyrr í dag spældi føroyingaliðið í bestu norsku fótbóltsdeildini, Fredrikstad fyrsta dystin í 2024.

 

Dysturin var á útivølli móti Lillestrøm, ið spælir í bestu norsku fótbóltsdeildini.

 

Lillestrøm vann dystin 2-1. Tað sá út til, at dysturin fór at enda við javnleiki 1-1, men Lillestrøm skoraði sigursmálið tá 89 minuttir vóru leiktir.

 

Jóannes Bjartalíð var við í byrjanaruppstillingini.

 

HER  ber til at hoyra eina stutta samrøðu við høvuðsvenjaran hjá Fredrikstad, Mikkjal Thomassen, ið var nøgdur við teir fyrstu 60 minuttirnar av dystinum.

 

Týsdagin klokkan 14.30 spælir Fredrikstad dyst móti svenska liðnum, Elfsborg á heimavølli. 

 

 

 

Mynd: Fredrikstad