Fredrikstad er fremst í næstbestu norsku fótbóltsdeildini

Tvey føroyingalið vunnu og eitt føroyingalið tapti í næstbestu norsku fótbóltsdeildini í dag.

Jóannes Bjartalíð var á vøllinum í 89 minuttir, tá Fredrikstad við 2-1 sigri á Åsane á heimavølli legði seg á odda í næstbestu norsku fótbóltsdeildini við 18 stigum fyri fýra sigrar og seks javnleikir. Kristiansund og Kongsvinger hava eisini 18 stig, men verri málúrtøku enn Fredrikstad.

 

Riki Alba legði Fredrikstad á odda tá bert tríggir minuttir vóru leiktir av dystinum. Í 88. minutti javnaði Åsane til 1-1, og so væntaðu øll, at Fredrikstad enn eina ferð fór at leika javnt. Men fimm minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat skoraði Henrik Johansen sigursmálið til 2-1, og so kundu tey í Fredrikstad stórfegnast um oddasessin í deildini.

 

Høvuðsvenjarin hjá Fredrikstad, Mikkjal Thomassen skifti ikki Brand H. Olsen inn í dagsins dysti.

 

Gullbrandur H. Øregaard fekk eitt korter á vøllinum, tá hann og liðfelagarnir í Sandnes ULF vunnu 3-1 (2-1) á Mjøndalen á   útivølli. 

 

Sandnes er nummar átta í deildini við 13 stigum.

 

Rógvi Baldvinsson fekk 80 minuttir á vøllinum, og Noah Mneney kom á vøllin í 68. minutti, tá Bryne á heimavølli tapti 0-1 fyri Oslo KFUM. Oslo skoraði sigursmálið tá eitt lítið korter var spælt av dystinum.

 

Bryne er fjórðaftast í deildini við 10 stigum.