Fredrik fingið kapping

Fredrik úr Nólsoy hevur fingið kapping. Brennivínshúsið, Dism, er í dag komi við einum nýggjum snapsi. Talan er um eitt føroyskt akvavitt, sum minnir eitt sindur um Aalborg, ið tey flestu kenna. Tó er tað so, at snapsurin verður bryggjaður á Bornholm í Danmark

Nú er tað ikki bert ólógligt heimabryggja brennivín, ið kann vera føroyskt. Hóast hesin drykkur verður gjørdur uttanlands, so er uppskriftin føroysk og fólkið aftanfyri eisini.

Fløskan, ið varð lagd fram í gamla reinsarínum í Tórsgøtu í morgun, verður kallað Lívsins Vatn. Menninir aftanfyri, Mortan Mols Mortensen og Erling Eidesgaard, hava enntá tikið sær frælsi at skriva tjóðardrykkur føroyinga á fløskuna.

- Vit hava arbeitt við hesi ætlan í hálvtannað ár. Talan er um ein snaps, ið vónandi kemur at taka plássið hjá Aalborg akvavit í føroysku veitslunum. Vit hava eina sterka veitslumentan, og eru nokk millum fólkasløgini, ið drekka mest akvavitt í heiminum, so vit halda tað vera uppá sítt pláss, at hava ein føroyskan snaps, greiðir Erling Eidesgaard frá.


Uppskriftin

Hóast snapsurin verður bryggjaður í Danmark, meta eigararnir av fyritøkuni, at hann er serføroyskur.

- Tað eru mangir góðir føroyingar, ið eru byrjaðir sum útisetar. Alt aftanfyri, bæði smakkipanel, uppskriftin og fólkini annars eru føroysk, og tí er snapsurin føroyskur, sigur Erling Eidesgaard.


Smakkurin

Vanliga drekka føroyingar nógvan snaps til veitslur, og nógv snerkja at akvavittinum. Hetta ynskir Dism, ið eisini er eitt lítið gamalt føroyskt mát, at broyta.

- Vit hava roynt at gera eina mildari og meira modernaða útgávu av akvavitti. Hinir snapsarnir vit vanliga drekka hava ein sera sterkan eftirsmakk, og hann vildu vit minka um. Eisini eru hinir rættiliga gamlar uppskriftir og tí kann tað vera, at tað er tørvur á eini broyting, sigur Mortan Mortensen.

Dism vísir eisini á, at teir hava roynt at menna ein snaps, ið hóskar til føroyska matin.


Avhaldsmann á baksíðuni

Á etikkettuni á baksíðuni á fløskuni, stendur eitt ørindi úr »Føroyingar, sum her nú koma saman«, ið Rasmus Effersøe hevur skrivað, men tað er ikki í provokatión, at tað stendur á.

- Eg visti ikki av, at hann var íðin avhaldsmaður, men hann má hava upplivað mangt gildi. Hann stendur jú á vaglinum, millum nógv fólk, ið hava drukkið, so eg rokni við at hann yvirlivir tað, sigur Erling Eidesgaard. Hann leggur afturat, at teir fáa meira og meira at vita, tí teir hava eisini fingið upplýst, at har fløskan var lagd fram, er eitt gamalt stað, har anonymir alkoholkarar plagdu at møtast.


Ein av fleiri

Sum skilst, er ætlanin hjá Dism, at gerast eitt brennivínshús, við nógvum ymiskum snapsum.

- Vit hava ætlanir um at bryggja fleiri ymiskar, men vit vilja enn ikki koma ordiliga koma inná, hvat talan er um. Men mann kann vænta, at okkurt nýtt kemur út í 2009, fortelur Erling Eidesgaard. Hann leggur afturat, at ætlanin er at koma inn á fleiri útlendskar marknaðir.

- Vit fara at royna at koma inn á danska og íslendska marknaðin sum skjótast, men mann kann rokna við, at vit fara at royna at koma inn á amerikanska marknaðin, tí millum amerikumenn, ið stava úr Norðurlondum, er akvavitt populert, sigur Erling Eidesgaard.