Frederikstad FK er eitt ár eldri enn KÍ

Frederikstad FK hevði sína gulltíð miðskeiðis í farnu øld

Nýggja liðið hjá Mikkjali Thomassen, Frederikstad FK er eitt ár eldri enn KÍ.

 

Frederikstad FK varð stovnað 7. apríl í 1903.

 

Talan er um eitt søguríkt felag. Tó var gulltíðin hjá Frederikstad miðskeiðis í farnu øld.

 

Millum 1937 og 1961 vann Frederikstad níggju meistaraheiti. Men einki meistaraheiti er vunnið síðani 1961.

 

Frederikstad hevur vunnið 11 steypakappingar í søgu felagsins. Seinast í 2006, ið er einasta steypið liðið hevur vunnið hesa øldina.