Fredericia vann fyri fyrstu ferð

Tað hevur gingið av skriðuni hjá Fredericia í næstbestu kvinnudeildini í hondbólti. Men í gjár bragdaði. Fredericia vann torføra útidystin ímóti Gladsaxe við 27-25. Annika Ljósstein skeyt eitt mál, og hon fekk eisini eina 2 minuttirs útvísing. Fredericia hevur 2 stig fyri 5 dystir. Tær liggja sum nr. 12 av teimum 14 liðunum, sum er eitt av teimum trimum niðurflytingarplássunum.