Liðið hjá Anniku Ljósstein leikti javnt hesuferð. Fredericia HK 1990 tóku ímóti Voel/Silkeborg KFUM. Tann sera spennandi dysturin endaði við javnleiki 29-29. Fredericia HK liggur nú á einum 12. plássi við 3 stigum fyri 6 dystir. 3 lið flyta niður úr næstbestu deildini. Í deildini eru 14 lið. Annika Ljósstein kom ikki á máltalvuna hesuferð.