FC Fredericia fekk ein góðan javnleik á heimavølli ímóti HB Køge í dag. Talan er um góðan javnleik sæð í ljósinum av, at Fredericia mátti stríðast seinastu 25 minuttirnir við níggju monnum.
Við í hesum stríðnum var føroyski landsliðsspælarin, Rógvi Baldvinsson, sum bleiv fluttur aftur í miðverjuna seinastu 25 minuttirnar. Rógvi kom annars inn, tá 56 minuttir vóru farnir. Tá vóru Fredericia komnir niður á 10 mans, tí í 53. minutti bleiv Christian Ege vístur av vølli. Nicholas Gotfredsen hjá Fredericia fekk reyða kortið í 65. minutti. Tí eru tey í Fredericia nøgd við at sleppa frá dystinum við einum stigi.
Talan er um debut hjá Rógva Baldvinsson í donsku næstbestu fótbóltsdeildini. Í vikuni fekk Rógvi debut ímóti OB í donsku steypakappingini, tá Fredericia vann ein minniligan 2-1 sigur á superligufelagnum úr Odense.
Fredericia er nummar fýra í næstbestu donsku fótbóltsdeildini við 16 stigum. Lyngby er nummar eitt við 19 stigum, Vejle er nummar tvey við 18 stigum. Vendsyssel FF er á triðja plássi við somuleiðis 18 stigum.









