Frede Jensen varð kallaður til hertænastu í hjá danska flogvápninum í 1964. Eftir at grundskúlin var liðugur, var hann í tænastu á Flyvestation Karup.
Í januars 1965 kom hann til Flyverdetachment 605 ? sum seinni kom at eita Flyvestation Tórshavn og Eskadrille 605, og síðan 2001 Færøernes Kommando.
Í síni tænastu í Føroyum gjørdi Frede sáttmála við flogvápnið, og varð hann í 1965 settur sum hermaður.
Tvey ár seinni fór hann aftur til Danmarkar og gavst í herinum í 1967. Hann var tó so væl nøgdur við tíðina í Føroyum, at hann aftur setti seg í samband við flogvápnið, gjørdi sáttmál við teir, og kom aftur til Føroyar í 1968. Her hevur hann so verið øll hesi árini, til hann nú bleiv pensioneraður. Hann hevur arbeitt undir øllum stjórunum í Mjørkadali uttan tí fyrsta.
Frede er giftur Mensy, sum er føroysk, og tey eiga tríggjar vaksnar døtur: Ann, Osvør og Jorita.










