Freddy Adu gjørt comeback - í Svøríki

Fyrrverandi amerikanska stórtalentið fer í ár at spæla í triðbestu deildini í Svøríki.

Freddy Adu úr USA var sum ungur mettur at vera eitt av heimsins størstu fótbóltstalentum, og longu sum 14 ára gamal fekk hann sín fyrsta fulltíðar sáttmála við D.C. United í bestu amerikonsku deildini.

Eftir at hava spælt við lutfalsliga stórum feløgum sum Benfica og AS Monaco, so hevur yrkisleiðin hjá tí áður so kvikbeinta álopssinaða leikaranum bara gingið ein veg, og tað er skeiva vegin.

Freddy Adu hevur eitt nú spælt við Rizespor í Turkalandi, Jagodina í Póllandi, KuPS í Finnlandi og tveimum feløgum í lægru deildunum í USA, men síðstu tvey árini hevur hann als ikki fingist við fótbólt.

Nú er Freddy Adu tó aftur í vøllinum, og í gjár hevði hann sína fyrstu venjing við nýggja liði sínum, sum er Österlen FF í triðbestu svensku deildini.

- Tað eru tvey ár síðani eg vandi við einum liði, og eg havi saknað at verið saman við leikarum. At tosa, skemta og at vera í skiftirúminum. Tað vekir gomul minnir, sigur Freddy Adu við Aftonbladet.

Freddy Adu er vorðin 31 ár, og hann sigur seg vera væl nøgdan við tilboðið frá svenska Österlen FF, har hann eitt nú fær bústað og bil við í pakkanum. Sáttmálin er galdandi í eitt ár og kann leingjast við einum ári.

Österlen FF hevur sett sær sum mál at flyta upp í næstbestu svensku deildina, og tað er sum partur av hesum, at Freddy Adu, ið hevur spælt 17 dystir fyri amerikanska A-landsliðið, er fingin til felagið.