Fred Ruddick er tónleikabókari hjá G! festivalinum, og hetta er triðja árið hjá honum sum bókari. Hann er glaður í dag, tí veðrið er so gott í Gøtu, og tí har er so nógv á skránni at gleða seg til.
- Kvøldið í kvøld verður stórt. Tað var eisini stórt í gjár, hóast tað var mjørki, men í dag skínur sólin, og mann følir ordiliga “the good vibes”. Øll eru í heitu pottunum longu, drekka øl á sandinum og njóta bara føroyska summarið, sigur bretski Fred Ruddick.
Í gjár spældi høvuðsnavnið, Rag’n’Bone Man, og í kvøld verður annað høvuðsnavnið, Scarlet Pleasure. Fred Ruddick væntar, at tað verður góður veitstlurómur, og so sær hann eisini fram til íslendsku rappararnar, Úlfur Úlfur, sum enda kvøldið.
- Vit byrja kvøldið í kvøld við Benjamin Gibbard frá bólkinum Death Cab for Cutie, sum er ein indie rock superstjørna frá USA. So hava vit sjálvandi eisini Marius Ziska, sigur hann.
Men tað er ringt hjá bókaranum at peika nøvn út, tí hann heldur, alt er gott á skránni. Hvør konsert og hvør dagur hevur sínar egnu styrkir.
- Hvørt kvøld er serstakt. Hvørt kvøld hevur sín egna “smakk". Einki kvøld sær líka út sum tað næsta, og tað er ordiliga stuttligt. Tað heldur øllum frískum fyri gestirnar, so at tað er okkurt nýtt at uppliva hvønn dag.