Bólkurin frá Glasgow sendir 19. januar stakfløguna ?Ulysses? út ? eina viku áðrenn fløgan kemur út, ?Tonight: Franz Ferdinand?. Triðja fløgan við skotsku Franz Ferdinand hevur verið ávegis leingi, men nú er hon við at verða klár. Fyrsta lagið, ?Ulysses?, kemur út sum stakfløga fyrst og skal virka sum ein ábending um fløguna.
Heimasíðan Gaffa.dk hevur havt ein prát við limirnir, ið fortelja, at fløgan skal fatast sum ein túrur í býnum, og byrjar við einum slagi og gerst meiri friðarlig móti endanum, tá ein er í veg í song aftur.
Bólkurin hevur innspælt ?Tonight: Franz Ferdinand? saman við kenda framleiðaranum Dan Carey í einum gomlum bygningi heima í Glasgow, sum teir sjálvir hava innrættað, so bólkurin hevur kunnað spælt fløguna inn í heimliga umhvørvinum, samstundis sum teir hava kunnað spælt við ymsum effektum og keyboardum, ið hava ein avgerandi leiklut á komandi fløguni.
- At smíða tónleik er sum at finna sín egna stíl sum bólkur, ið er nakað, ið hendir stigvíst. Tað snýr seg um at royna seg fram, ið helst er orsøkin til, at tað tók hálvtannað ár at gera hesa fløguna. Men tað snúði seg samstundis um, at vit fegnir vildu royna nógv nýtt, greiðir frontmaðurin Alex Kapranos frá.