Franz Ferdinand gevur út fløgu í januar

Triðja fløgan hjá bólkinum fær heitið ?Tonight: Franz Ferdinand? og hon kemur á gøtuni 26. januar.

Heitið kemur sambært NME frá ynskinum hjá frontfigurinum Alex Kapranos um at hava eitt heitið, sum gevur einum eina kenslu av at vænta sær nakað ? sum tá ið man sær eina plakat uttan fyri eitt spælistað. Kapranos lýsir tónleikin sum ?tónleikur til dansigólvið? ella til ?sovikamar títt, meðan tú gert teg kláran til at fara í býin?.

 

Bólkurin hevur spælt eina røð av nýggjum løgum til konsertir í summar og í heyst, og tískil væntar man, at sangir sum ?Bite Hard?, ?Katherine Kiss Me?, ?Ulysses?, ?Turn It On?, ?A New Thrill? og ?Lucid Dreams? fara at vera á fløguni.