Í dag skulu teir fronsku veljararnir gera, um landins forseti tað næsta valskeiðið skal eita Nicolas Sarkozy ella Francois Hollande.
Undir valstríðnum hava meiningakanningar víst, at Hollandi fór at vinna rættiliga greitt, men teir seinastu dagarnar eru munurin tódnaður, og sambært eygleiðarum er tí ein ávísur spenningur um úrslitið. Kortini benda tær seinastu kanningarnar á, at Hollande fer at vinna við umleið 52 prosentum av atkvøðunum.
Fronsku bløðini skriva, at tað hevur styrkt støðuna hjá Francois Hollande, at bæði tann høgrasinnaði flokkurin Front National og miðpolitikarin François Bayrou hava vent sær frá Sarkozy.










