Ummælarar í størsta ungdóms rokk blaðnum í Frankaríki, Rock One, vænta, at The Dreams veruliga sláa ígjøgnum í Frankaríki komandi árið. Franska blaðið Rock One hevur stórar vónir til The Dreams.
Fyri stuttum sendi dreingirnir í føroyska rokk bólkinum nøkur ensk løg til ummælarar í Frankaríki, og móttøkan hevur verið framúr góð.
Ummælari í størsta franska ungdómsblaðnum sigur, at hann heldur, at The Dreams fara at verða tað størsta nýggja navnið í Frankaríki komandi árið.
- Eg haldi tað er ótrúliga feitt. Hóast vit ikki hava sligið ígjøgnum enn, so eru vit í øllum førum á rættari leið, sigur Hans Edward, forsangari í The Dreams.
Bert eina framførslu í Føroyum í summar
The Dreams hava veruliga sligið ígjøgnum eitt nú í Danmark, og teirra kalendari er fult upptikin tað, sum eftir er av árinum
- Vit hava úr at gera við framførslum í summar, men koma til Føroya hóast alt, sigur Hans Edward.
Einasta framførslan við The Dreams í summar verður sostatt við Múrin.










