Ein franskur ríkisborgari er handtikin í Moskva, og russar siga, at maðurin er skuldsettur fyri njósning.
Tíðindastovan NTB veit at siga, at maðurin sambært russisku løgregluni er undir illgruna fyri at hava savnað inn upplýsingar um russisku verjuna.
Almenna kanningarnevndin, sum tekur sær av álvarsligum kriminaliteti í Russlandi, sigur, at franski ríkisborgarin yvir fleiri ár hevur hitt russiskar ríkisborgarar.
Russiska løgreglan heldur, at upplýsingarnir, sum hin handtikni hevur savnað, kunnu verða brúktir móti landsins trygd, sum sagt verður.
Tíðindastovan NTB sigur, at fransmaðurin er ikki eyðmerktur alment, og eingir smálutir eru um hansara sonevnda njósnaravirksemi í Russlandi.











