Í Tunesia eru samanbrestir millum herin og løgregluna øðrumegin og vápnaðar bólkar, sum royna at gera sær dælt av støðuni, nú landsins forseti er flýddur av landinum. Samstundis ávara eygleiðarar um, at trygdardeildir, sum eru trúgvar ímóti tí rýmda forsetanum, royna at elva til ruðuleika í landinum.
Fyrr í dag frættist, at ein franskur myndamaður var deyður, eftir at hann bleiv raktur av einari táragassgranat. Tann 32 ára gamli Lucas Mebrouk Dolega var í Tunesia og tópk myndir fyri evropeisku myndastovuna EPA.
Felagsskapurin Tíðindafólk Uttan Landamark sigur, at tað var ein løgregluyvirmaður, sum skeyt táragassgranatina. Sambært felagsskapinum stóð løgreglumaðurin stutt frá myndamanninum.